Von der Leyen tilnevnd aftur sum forkvinna í ES nevndini

Fleiri týskir miðlar skrivar frá ónevndum keldum, at semja er um býti av toppstørvunum í ES.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini her saman við Aksel V. Johannsen, løgmanni

Týska Ursula von der Leyen verður aftur forkvinna í ES nevndini næstu fimm árini. tað er sambært fleiri týskum miðlum avtalum millum leiðararnar í ES londunum.

Bæði týska tíðindastovan dpa og bløðini Frankfurter Allgemeine og Bild skrivar, at avtalan er upp á pláss.

Ursula von der Leyen er tó ikki vís í at fáa starvið. Hon skal fyrst formliga góðkennast av ES tinginum. Tað krevur ein meiriluta upp á 361 av teimum 720 limunum í tinginum.

Avtalan er gjørd fáar dagar fyri ein avgerandi toppfund í ES, har ES londini skulu formalisera býtið av toppstørvunum.

Umframt starvið sum forkvinna í ES nevndini seta týsku miðlarnir eisini nøvn á hini størvini.

Mette Frederiksen, forsætisráfrú Danmarkar, hevur eisini verið nevnd sum eitt boð upp ás tarvið sum ES forseti eftir Charles Michel. Tað starvið fer tó sambært týsku miðlunum til fyrrverandi forsætisráðharran í Portugál, Antonio Costa.

Tað síðsta starvið skuldi sambært týsku miðlunum farið til forsætisráðfrúuna í Estlandi, Kaju Kallas. Hon skuldi fáa starvið sum høga umboðið hjá ES – í dagligari talu nevnt uttanríkisstjóri.

Avtalan skal nú formliga samtykkjast á toppfundinum hósdagin og fríggjadagin í Brússel, áðrenn hon er almenn.

Vændtandi fer ES tingið at atkvøða um Ursulu von der Leyen á fundi miðskeiðis í juli. Síðani kann hon seta saman nýggju ES nevndina.

/ritzau/

 

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini her saman við Aksel V. Johannsen, løgmanni