Vóru aftanfyri 17-43 í hálvleikinum - vunnu 63-62

Føroyska manslandsliðið í kurvabólti hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar

Tað var ikki rúm fyri kurvabólti á oyggjaleikunum í Orknoyggjum, og tí verður í hesum døgum skipað fyri oyggjaleikum í kurvabólti í walisku oynni, Ynys Mon.

 

Sigast má, at føroyska manslandsliðið hevur fingið eina rimmar byrjan. 

 

Mánadagin løgdu føroysku mennirnir út við at vinna greitt 83-65 á Oynni Man.

 

Ígjár gjørdist talan um ein rimmar dyst móti Jersey. Føroyar vóru aftanfyri 17-43 í hálvleikinum. Men tað gjørdist talan um eina ótrúliga vend í dystinum. Føroyar megnaðu snøgt sagt at vinna dystin 63-62. 

 

MVP - Mest virðismikli leikarin var Lucas Frayssinet hjá Føroyum, ið skoraði 15 stig, hevði fýra "rebounds", og fýra "steals".

 

Føroyar skulu eisini spæla móti vertstjóðini, Ynys Mon, Falklandsoyggjunum og Guernsey. Klokkan 11.30 í dag spæla Føroyar móti Guernsey. 

 

##med2##

 

Føroysku kvinnurnar taptu greitt 29-65 fyri Ynys Mon. 

 

Føroysku kvinnurnar skulu eisini spæla móti Oynni Man og Norður-Wales. Klokkan hálvgum fimm í dag spæla Føroyar móti Norður-Wales. 

 

##med3##