Warren Buffett gevst sum stjóri í Berkshire Hathaway

bl.fo:

 

Warren Buffett, heimskendi íleggjarin, hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær sum stjóri í Berkshire Hathaway við árslok 2025, 94 ára gamal. Hetta varð almannakunngjørt á árliga aðalfundinum í Omaha í gjár, har hann eisini tilnevndi Greg Abel, núverandi varastjóra, sum sín avloysara. Hetta skrivar Financial Times.

 

Buffett hevur staðið á odda fyri felagnum í nærum 60 ár og hevur ment Berkshire Hathaway til eitt av heimsins mest virðismiklu feløgum, við einum samlaðum virði á yvir 1,2 triljónir dollarar. Hann hevur verið kendur fyri sítt einfalda lív, við einum árligum lønarútgjald upp á 100.000 dollarar.

 

Greg Abel, sum er 62 ára gamal og upprunaliga úr Kanada, hevur verið partur av leiðsluni í Berkshire síðan 2000 og hevur síðani 2021 verið útnevndur sum arvingur til leiðsluna. Hann hevur ábyrgdina av stórum parti av fyritøkuni og hevur víst seg sum ein álítandi leiðara, ið hevur somu virðir sum Buffett.

 

Avgerðin um at leggja frá sær er tikin eftir at drúgvi samstarvsfelagi hansara, Charlie Munger, andaðist í 2023. Hóast Buffett fer frá sum stjóri, ætlar hann at varðveita síni partabrøv og vera tøkur sum ráðgevi. Hann hevur eisini staðfest, at hann ikki ætlar at selja síni partabrøv, uttan til vælgerandi endamál.