WHO: Talið av deyðum av koronu kann ikki góðtakast

Talið av smittaðum við koronu kring heimin fór í gjár um 30 milliónir, meðan talið av deyðum nærkast 950.000

Vikuliga talið av deyðum við koronu upp á 50.000 lív er so høgt, at tað kann ikki góðtakast.

Tað sigur Michael Ryan, kreppustjóri hjá heimsheilsufelagsskapinum WHO, á einum tíðindafundi á netinum.

Boðini koma, eftir at talið av váttaum koronutilburðum í gjár fór um 30 milliónir smittað, meðan talið av deyðum nærkast 950.000 kring heimin.

– Vit skráseta millum 1,8 og 2 milliónir smittutilburðir um vikuna kring heimin og í millum 40.000 og 50.000 andlát, sigur Michael Ryan.

– Tað er øgiliga nóg, og vit mugu taka nøkur stig. Vit eru ikki har, sum vit fegin vilja vera, sigur hann víðari.

Kreppustjórin sigur, at sjálvt um talið av smittaðum kring heimin javnar seg heldur enn at økjast ekspnentielt, fjalir talið tann veruleika, at vit »síggja munandi vøkstur í landspørtu og lokalt í nøkrum londum«.

Sambært Michael Ryan hevur fer farsóttin at vara við leingi.

Tað sjálvt um talið av koronusmittaðum personum, sum eru deyðir, er falli, sum viðgerðarhættirnir eru bøttir.

Stórir partar av Evropa hava hesa vikuna boðað frá nýggjum tiltøkum fyri at inndemma útbreiðslu av kooronuvirus, og eitt land afturat, Ísrael, hevur stongt landið frá í gjárkvøldið.

Maria Van Kerkhove, smittufrøðingur hjá WHO, sigur, at í løtuni síggjast »ørkymlandi rák á norðraru hálvkúlu« viðvíkjandi tali av nýggjari smittu, innleggingum og innlegginum á intensiva deild.

– Og vit eru enn ikki komin til tíðarskeiðið við beinkrími, leggur hon afturat.

/ritzau/AFP