Sum siðvenja er brúkti BSF høvi til Gallaveitsluna í kvøld at heiðra ársins leikarar. Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong valdi at heiðra fylgjandi leikarar:
- Ungt stjørnuskot, genta: Sarita Kvilt
- Ungt stjørnuskot, drongur: Boas á Reynatrøð
- Kvinna: Miriam í Grótinum
- Maður: Hákun Thorkildshøj Sigvardsen
Hesir leikarar hava sýnt serligt ídni og framburð í 2024 og eru fyrimyndir fyri aðrar badmintonleikarar.