Yvir 25 prosent av starvsfólkunum eru rakt av koronu

Nú er eisini barnaansingin í Klaksvík hart rakt av koronu.

Hesar seinastu tíðina hevur barnaansingin í Klaksvík verið hart rakt av koronu. Klaksvíkar býráð sigur í eini fráboðan, at tað eru serliga starvsfólk, sum liggja – og hava ligið – við koronu, men nøkur børn eru eisini rakt. Síðani tollaksmessudag hava yvir 25 prosent av starvsfólkunum á dagstovnunum verið smittað og eyðvitað er tað serliga omikron-varianturin, sum ger um seg.

 

Tað góða er, at tað sær ikki út til, at fólk verða serliga sjúk, men hetta slagið av koronu smittar rættiliga illa og tí eru so nógv fólk sjúk, og í sóttarhaldi, at tað hevur avleiðingar fyri dagstovnarnar.

 

Í summum førum er neyðugt at skerja upplatingartíðina, antin hjá øllum stovninum ella í einstøkum stovum á einum stovni. Í øðrum førum verða stovur ella stovnar stongdir í eitt ávíst dagatal.

 

Klaksvíkar Býráð sigur, at foreldur og avvarandi fáa boð beinleiðs frá avvarandi stovni um, hvussu hetta ávirkar ella stovnin, har barn teirra gongur.