27. juni letur Danmark upp fyri nógvum londum í Europa, soleiðis at danir kunnu ferðast til væl fleiri lond enn tey fáu, sum opið hevur verið fyri síðan 15. juni. At Danmark letur upp merkir, at Føroyar eisini lata upp.
Talan er um lond í ES, Schengen og haraftrat Stórabretland.
Treytin fyri at latið verður upp er, at londini lúka krøvini fyri nøkur ávís krøv. Krav er eitt nú, at talið av smittaðum skal vera lágt - undir 20 smittað pr. 100.000 fólk um vikuna.
Eitt annað krav er um mannagongdina hjá teimum ymsu londunum um hvussu tey gera korona-kanningar. Tí ber tað ikki heilt til at siga, um øll á listanum niðan fyri verða millum londini, ið latið verður upp fyri. Hendan treytin fyri test-mannagongdirnar er ikki almenn enn.
Í løtuni lúka Svøríki og Portugal ikki hesi krøvini, og tí verður ikki latið heilt upp fyri hesum londum. Tó eru nøkur undantøk í Svøríki, har latið verður upp fyri nøkrum ávísum økjum.
Men tað eru heilt nógv lond, sum lúka treytirnar fyri at Danmark letur upp fyri fyrru treytina við lága smittutalinum. Her eitt yvirlit hjá TV2 yvir lond, sum lúka núverandi treytirnar hjá donsku stjórnini:
- Belgia
- Bulgaria
- Cypern
- Estland
- Finnland
- Frakland
- Grikkaland
- Írland
- Ísland
- Italia
- Kroatia
- Letland
- Liechtenstein
- Litauen
- Luxembourg
- Malta
- Norra
- Holland
- Polen
- Rumenia
- Schweiz
- Slovakia
- Slovenia
- Spania
- Stórabretland*
- Tjekkia
- Týskland
- Ungarn
- Eysturríki
* Í Stórabretlandi skal mann í sóttarhald í 14 dagar, og tí mælir danska uttanríkismálaráðið frá at ferðast óneyðuga til Stórabretlands, sambært TV2.
Her er eitt annað yvirlit, sum DR hevur gjørt, av smittutalinum:
##med2##
Føroyar og Grønland eru av onkrari orsøk ikki á listunum hjá stóru donsku miðlunum, hóast tað væl ber til hjá dønum at ferðast til Føroya og Grønlands.
Okkurt bendir á, at donsku miðlarnir ikki hava tikið átakið #Færøernefindesfaktisk hjá Visit Faroe Islands til sín.