Ein russisk rakett hevur rakt eitt sivilt ukrainskt skip við korni. Skipið var farið úr ukrainskum sjógvi.
Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, hósdagin, sambært Reuters.
Uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, kallar tað eitt "óhugnaligt álop á siglingarfrælsið og alheims matvørutrygd".
Zelenskyj sigur, at skipið skuldi til Egyptalands. Sambært ukrainska forsetanum fekk eingin skaða.
- Matvøruveitingin hjá Ukraina til afrikansk og miðeysturlond hevur avgerandi týdning, sigur Zelenskyj á sosiala miðlinum X.
- Vit fara framhaldandi at gera alt vit kunnu fyri at tryggja okkara havnir, Svartahavið og matvøruútflutningin til heimsmarknaðirnar.
- Hveiti og matvørutrygd skulu ongantíð vera mál fyri rakettum.
Sambært einari talskvinnu fyri ukrainsku sjóverjuna varð skipið rakt í maritima búskaparøkinum í Rumenia.
Skipið var tó uttan fyri rumenskt sjóøki, sigur ein talsmaður fyri rumenskar sjómyndugleikar.
Eksklusiva búskaparøkið er ein víðkan av sjóumveldinum og er eitt øki, har eitt land hevur einkarætt til at gagnnýta tilfeingi í havinum og undir jørðini.
Sambært einum talsmanni fyri ukrainsku sjóverjuna var kornskipið ikki í ukrainsku korngongdini, tá tað varð rakt.
Nýggja gongdin varð gjørd, eftir at Russland tók seg úr Svartahavskorntiltakinum í august 2023.
Gongin gongur eftir vesturstrondini nærhendis Rumenia og Bulgaria. Hon liggur í økjum, har vatnið ikki er nóg djúpt til at russiskir kavbátar kunnu virka. Partar av gongini fara gjøgnum farvatnið hjá Bulgaria og Rumenia. Tey eru bæði NATO-lond.
Hvønn mánað útflytur Ukraina fýra milliónir tons av korni umvegis Svartahavið.
Ukraina er ein av heimsins fremstu kornframleiðarum og útflytarum.
Ritzau/Reuters