Talið á koronutilburðum í Føroyum er nú komið upp á 109.
Nýggjastu tølini hjá heilsumálaráðnum vísa, at tilsamans 334 fólk í Føroyum hava fingið staðfest smittuna, og 255 teirra eru vorðin frísk aftur. Hetta merkir sostatt, at 109 aktivir tilburðir av koronu eru í landinum.
Í gjár var talið á tilburðum 99, og eru 10 tilburðir komnir aftrat í dag.
Tað eru framvegis 173 kanningar frá 10. august, ið ikki eru greinaðar enn, og somuleiðis eru fleiri enn 1500 kanningar frá í gjár, ið heldur ikki eru greinaðar.
Heilsumálaráðið hevur ikki gjørt greitt, hvørjum degi teir 10 nýggju tilburðirnir eru frá.
Tilsamans eru gjørdar fleiri enn 61.000 kanningar, og fleiri enn 900 fólk sita í løtuni í sóttarhaldi.