Tað var týsnáttina, at ein tekja rapaði saman í einum náttklubba í Santo Domingo í Dominikanska Lýðveldinum.
Tíðindastovan AP veit í dag at siga, at talið av deyðum eftir hendingina nú er komið upp á 218.
Í náttklubba var pláss fyri 700 sitandi gestum og 1000 standandi, og sagt verður, at fleiri enn 500 fólk fingu løstir.
Familjur, sum varða av fólki, sum vóru inni í náttklubbanum, hava staðið uttan fyri bygningin síðan hendingina.
- Fólk hava eisini leitað eftir sínum kæru á sjúkrahúsum og kapellum, veit tíðindastovan at siga.
Fleiri enn 300 fólk hava seinastu tveir dagarnar leitað í leivdunum av bygninginum.
Sagt verður, at enn er ikki geitt, hví tekjan rapaði og elvdi til hesa stóru vanlukku í høvuðsstaðnum í Dominikanska Lýðveldinum.