52 ára gamalt yrkingasavn á sølu-topplista

Yrkingasavnið »Libido« hjá Johan Hot frá 1972 liggur á fimta plássið á sølulistanum hjá Rit og Rák í SMS

Tað var í 1972, at tann ungi Johan Mortensen í Havn gav út sermerkta yrkingasavnið »Libido«

 

Handan navnið HOT (og forlagið) fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaðurin og íverksetarin, Johan Mortensen.

 

28 A4-ørk, klipsað saman, við tape um ryggin, summi ørk ljósareyð, eitt blátt, tekstur við skrivimaskinu-skrift, á skák ella upp og niður, reglurnar summastaðni skrivaðar fleri ferðir oman á hvør aðra og meststum ógjørligar at lesa. Og leitaði tú eftir náttúrulýsingum í hesum yrkingunum, var ikki nógv at finna, bara vendingar sum "veldigt veður blam de lam / lekkirt landslag blam de lam".

 

Ein lesari skrivaði soleiðis um yrkingarsavnið:

 

»Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu«

 

##med2##

##med3##

Soleiðis skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið »Libido« eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út 1972 á egna forlag sínum, Semper Ardens.

 

– Libido var - og er framvegis - tað mest sermerkta og 'øðrvísi' yrkingasavnið, ið er komið út á føroyskum. Tað er ikki ov mikið sagt, at Libido er Føroya einasta veruliga »underground« - og kult-yrkingasavn, skrivar forlagið Asfalt hjá Hugini Eide, í einum tíðindaskrivi um yrkingasavnið.

 

Hann skrivar víðari, at sumt í savninum kann kanska sigast vera »barn av síni tíð«, men barnið er kompromisleyst.

 

– Og tað er akkurát líka sprelllivandi, nú tað fyllir 53, sum tá ið tað kom í verðina.

 

Bókin varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum og hevur verið útseld í gott 50 ár.

 

Nú hevur forlagið Asfalt hjá Hugini Eide, bókavørði, forleggjara v.m., við stuðli frá Mentanargrunni Landsins latið prentað bókina uppaftur í fotografiskum endurprenti, og við eftirorðum eftir Berg Djurhuus Hansen, lektara.

 

Í eftirorðum skrivar Bergur Djurhuus, Hansen um yrkingasavnið, at tað er óvanliga og nærum stuttliga kompromisleyst. Bæði vilt og eitt sindur fót á kross, nonchalant.

 

– Við hvørt tykjast yrkingarnar mest sum ov lættar og stuttligar og hittinorðaðar, men tær eru meiri enn tað. Vit kunnu m. a. (og bara millum annað) kalla yrkingarnar konkretisma (við eini lítlari stúran um, at ein isma altíð er avmarkandi).

 

– Orð eru ítøkiliga til sum tekn á pappíri ella sum ljóð, tey eru sum steinar at byggja við. Ein hugsan í konkretismuni er, at orð ganga inn í eina skipan, sum vit skapa/byggja meiningar og heimar við. Yrkingar skrivaðar ella prentaðar á pappír eru harumframt myndir, tær eru visuellar, reglurnar og einstøku orðini síggja út á ávísan hátt. Eisini gloppini millum orðini og millum reglurnar eru partur av samskiftinum við lesaran eins og tað hvíta pappírið og teir svørtu bókstavirnir, tjúkkir ella klænir, stórir ella smáir, longdin á reglunum o. s. fr.

 

##med4##

##med5##

 

Ein ummælari í 14. september heldur, at yrkingarnar ikki eru viðkomandi, tí tær »fáa ikki lesararnar at festa eygu síni á stættastríðið«. Fyri ummælaran, sum undirskrivar seg sosialist, er ilt at siga, hvat endamálið við útgávuni er, men savnið »fjalir yvir stættastríðið« og tænir tí ongum øðrum enn borgarastættini. Kravið um samfelagsligan relevans er týðiligt í ummælinum og eitt eyðkenni fyri tíðina.

 

Ein vinmaður Johan Mortensen í Hoydølum, ið undirskrivar seg magni (Magni Dalsgaard, men møguliga hevur hann skrivað fyri fleiri og lagt navn til), talar fyri savninum í bløðunum og verjir tað í 14. September við at svara aftur einum ogvuliga harðligum ummæli, sum er undirskrivað ata (reglan í um fusk-útgávu ovast í eftirorðunum er úr hesum ummælinum), har niðurstøðan er, at »okkurt skulu tómar hendur gera«. Í aftursvarinum staðfestir magni, at í »langa tíð hevur føroyski skaldskapurin urinerað fólk upp og niður eftir rygginum«, men nú endiliga hendir okkurt. Fyri hann er Libido viðkomandi list, sum lýsir »okkara trupulleikar at koma í samband við hvørt annað« og »hvussu tað einstaka rúgvumenniskja søkkur« inn í seg sjálvt. Tað er ein fín og tíðarbær hugsan um savnið, og orðið »rúgvumenniskjað« hóskar væl til tað endurtakandi í at fara inn á kondittaríið, inn á kondittaríið og ikki minni væl yrkingar sum 72 ella bwadr, ið rættiliga beint fram staðfesta støðuna hjá tí einstaka føroyska samfelagnum (og Vesturheiminum) í 1972. Tað er týðiligt í blaðkjakinum um savnið, at fleiri luttakarunum kennast og enntá ganga í sama studentaskúlaflokki.

 

Millum ummælini er eitt í Dimmalætting, skrivað á donskum, sum líkist burturúr. Ummælarin, ið undirskrivar seg GG (sannlíkt Gunvør Gammelgaard, sum undirvísti í donskum í Hoydølum), byrjar við at staðfesta, at útgávan »som helhed skal ikke høres, den skal SES. Den hendvender sig til læsernes forestillinevne med en kombination af ord-billeder«. Tað er týðuligt, at GG hevur ans fyri serligu eyðkennunu í Libido: »Digtenes passive melankolske udsagn ophæves i hvert fald til dels af digtenes aktiver fantasiskabende formsprog«. GG ger eisini vart við eina yrking, sum er bæði ein mynd av einum seyðaskølti og ein setningur á týskum: »Gasb es Flüsse auf dem Mars?«. At leita burtur á aðrar gongustørnur eftir livilíkindum fyri at sleppa undan trupulleikunum á jørðini er ikki ´ðokent heldur í dag og umráðandi at ytrkja um.

 

Møguliga er heitið Libido eitt sindur freudianskt og tíðarb udnið (um ikki tað er á veg fram aftur sum gamal tvín, vintage), og tað vælumtókta kondittaríið er langt ´siðani stongt. Men konkretisman er enn til sum eyðkenni, og yrkingarnar í Libido er enn undirhaldandi beint á og originalar.

 

Konkretisman hevur greinað seg út og kann eita ymiskt annað í dag. Svenska Anna Hallberg skrivart yrkingar, sum skulu síggjast, ikki bara lesast. Í yrkingum eftir íslendska Óskar Árna Óskarsson detta orðini saman í bunkar. Dømini eru mong, eisini millum ungar yrkjarar í Føroyum. Tann nýggi áhugin fyri bóksøgu, book history, hevur havt við sær ein ans fyri tilfari, rentsniði og líknandi, og kann knýtast í hugtakið aterial culture ´bókmentum, sum er ein áhugi fyri tí øitøkiliga og tilfarsliga, ið fylgir við útgávum og øllum bókmentaligum virki.

 

Á mongum stigum og í fleiri samanhangum er Libido eitt serliga áhugavert savn, og tað er bæði viðkomandi og vert at geva út áv nýggjum (endiliga), hóast taktila upplivingin hjá einum lesara av nýggju útgávuni nú í 2025 ikki verður heilt tann sama sum tann hjá lesaranum ,s um í 1972 stóð við Af-'utgávuni í hondini  og ikki visti, um Libido var fusk, skemt ella ein komandi klassikari, skrivar Bergur Djurhuus Hansen í eftirorðum í endurprentaða yrkingasavninum.

 

Libido er prentað í 200 eintøkum og kostar 200,00 krónur. 

##med6##

##med7##

 

Tí er okkurt leitandi og spælandi yvir konkretismuni á sama hátt, sum tð var eitt vhært kátt yvir dadaismuni beint eftir fyrra verðinskríggj, tá yrkjarar t. d. arbeiddu við ljóði, sonevndum, ljóð- ella akustiskum yrkingum (at fáa fram ljóða í oðrum heldur enn eina ávísa merking ella meining). Tað var kát og samstundis álvarsom list. Meðan modernistarnir sum heild arbeiddu við (nýggjum) myndburðum, ráddi tað í konretismuni um at sleppa undan myndburðum.

 

Svenski yrkjarin Öyvind Fahlström gav í 1954 út um eitt manifest um konkretismuna við íblástir úr tónleiki. Árið 1954 verður av tí sama brúkt sum byrjan til konkretismuna í norðurlendskum yrkingum, hóast fleiri yrkjarar uttan at brúkaheitið konkretisma longu høvdu skrivað yrkingar, har bókstavirnar vóru settir upp sum myndir. Í 1964 gav danski Vagn Steen út nógv umrødda savnið Digte?

 

Í konkretismuni kunnu orðini vera nóg mikið í sjálvuk sær. Tað er ikki endiliga lívsáskoðan aftan fyri orðini, sum er avgerandi, tað er eins onógv orðini sjálv, sum skulu upplivast.

##med8##

##med9##

Yrkingarnar í Libido eru fyrsta og týðiligasta dømi um konkretismu á føroyskum,. Kend er yrkingin um at ganga »oman eftir Niels Finsens gøtu / inn á kondittaríið«. Reglurnar mynda tað, sum tær siga: Tvey staðarnøvn í Havn, ein høvuðsgøta og eitt kondittarí, tveir setningar, sum eru heilt vanligir og geerandisligir, settir upp sum ein mynd: ein regla á skák (omaneftir og inn) lýsir ein gerandisdag, sum hann er, uttan at seta fram spurningar um tilveru ella størri samfelagsligar samanhangir. Tað ber sjálvandi itl at greina yrkinga ástøðiliga og søguliga, men í fyrstu atløgu er einki »loyndarmál« í yrkingini, bara ein endur tikin ehnding (aftur og aftur) í tveimum reglum. Orð og mynd, og ein uppliving, sum kann seta seg í okkum. Lesarar ummælarar høvdu sum nevnt trupult við at finna ankað skli í savninum at bryja við, og nógv ymisk stendur um libido í bløðunum á vári í 1972.

 

##med10#