Áhugafelagið Lutaíbúðir heldur ársaðalfund í kvøld

Ætlanin at stovna eitt veruligt lutaíbúðafelag, har fólk, ið eru áhugað í tí, kunnu tekna seg og arbeiða víðari við lutaíbúðatankanum.

Anja Weyhe, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, fer á fundinum í kvøld at greiða frá ætlanum býráðsins, tá ið tað snýr seg um íbúðabygging og íbúðapolitikk yvirhøvur

Tíðindaskriv:

Fundurin verður í Smæruni klokkan sjey, klokkan 19.00, og øll eru vælkomin, bæði limir, men eisini onnur, ið eru ikki limir. Høvi verður at gerast limur lim á staðnum.

Skráin.

Eftir formligu skránna sambært viðtøkum felagsins, ið snýr seg um nevndarval, roknskap og annað, fer Eli Thorsteinsson, advokatur, at greiða frá lógarverkinum, viðtøkuskipan, rættindum, skyldum og øðrum viðkomandi. Eftir ta framløguna verður høvi at seta honum spurningar.

Íbúðapolitikkur

Anja Weyhe frá Tórshavnar Býráði fer at greiða frá ætlanum býráðsins, tá ið tað snýr seg um íbúðabygging og íbúðapolitikk yvirhøvur. Eisini har verður høvi at seta fram spurningar.

Lutaíbúðafelag

Um tað er gjørligt, og áhugi er fyri tí, er ætlanin at stovna eitt veruligt lutaíbúðafelag, har fólk, ið eru áhugað í tí, kunnu tekna seg og arbeiða víðari við lutaíbúðatankanum. Hetta er fyri at koma longur fram á leið, so at vit nærkast málinum, ið er at koma veruliga í gongd at byggja lutaíbúðir.

Vælkomin

– Vónandi verður uppmøtingin góð í kvøld. Tess fleiri vit eru, tess sterkari standa vit. Vit bjóða kaffi og te og okkurt gott, smátt afturvið, sigur Áhugafelagið Lutaíbúðir.

 

 

Anja Weyhe, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, fer á fundinum í kvøld at greiða frá ætlanum býráðsins, tá ið tað snýr seg um íbúðabygging og íbúðapolitikk yvirhøvur