Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein amerikanari valdur til páva.
Amerikanski Robert Frans Prevost er nýggi pávin. Hetta varð boðað frá í kvøldið av svalanum á Pæturskirkjuni.
Sambært tíðindastovuni Reuters velur hann navnið Leo XIV pávi.
Stutt eftir fráboðanina steig nýggi pávin sjálvur á svalan í Pæturskirkjuni, meðan túsundtals fagnaðu honum á Pæturstorginum.
69 ára gamli Robert Frans Prevost varð gjørdur til kardinal av seinasta Frans páva í 2023. Hann var fyrr trúboðari í Peru.
Nýggi pávin tekur við eftir Frans páva, sum doyði annan páskadag. Frans pávi gjørdist 88 ára gamal og var leiðari í katólsku kirkjuni í 12 ár.
Tað eru umleið 1,4 milliardir katolikkar í heiminum.
/Ritzau/