Argjamenn tevja uppflyting

1. DEILD: Í kvøld vann AB 2-0 uppi á Brekku í Leirvík

Í kvøld fór AB fyri sjeyndu ferð á rað av vølli við fullari úrtøku.

 

Argjamenn vóru á útivølli ímóti Víkingi, sum átti heimavøll uppi á Brekku í Leirvík.

 

Sum tað sæst á myndini, so var pallurin glæsiligur.

 

AB skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki og eitt mál í seinna hálvleiki.

 

Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Bartal Skaalum Petersen legði AB á odda. Uppleggið átti Rógvi Skála. Hetta var fjórðu ferð í ár, at Bartal S. Petersen var málskjútti í landskappingini.

 

Spenningurin helt sær, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá var tað Jeremiah Mensah Okornoe, sum økti um leiðsluna. Hann var tveir minuttir frammanundan skiftur inn. Hetta var aðru ferð í ár, at 21 ára gamli ganesiski spælarin var málskjútti í næstbestu deildini.

 

AB er á triðja plássi við 20 stigum. Um tað mánakvøldið eydnast AB á heimavølli at vinna útsetta dystin ímóti EB/Streymi, so verður AB á uppflytingarplássi eftir fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum.

 

Víkingur er á fjórða plássi við 15 stigum.

 

Fríggjadagin í næstu viku eigur AB heimavøll ímóti NSÍ.

 

Hósdagin í næstu viku eigur Víkingur heimavøll ímóti Skála.