Árins spælari hjá B36 heldur fram

Betri deildin menn: Marius Kryger Lindh hevur longt sáttmálan við B36.

Marius Kryger Lindh hevur longt sáttmálan við B36. Tað skrivar B36 í kvøld.

 

- Tað var stórur rómur í ársveitsluni í kvøld tá nýggi høvuðsvenjarin, Jákup Martin Joensen, kunngjørdi fyri veitslugestunum, at annar av okkara toppskjúttum eisini spælir í hvítari blus komandi ár. Løtu seinni varð hann kosin ársins spælari, skrivar B36.

 

Við hesum hevur B36 tryggjað sær ein av stuðulsspælarunum farna kappingarár. Tað hevur annars ljóðað, at allir útlendingarnir skuldu úr felagnum, men nú hevur Marius Kryger Lindh hevur longt sáttmálan við B36.