Eitt kunnu vit ikki taka frá politikarum okkara. Teir eru kreativir og uppfinningarsamar – og halda heldur ikki so lítið um seg sjálvar. Og viðhvørt halda teir í so lítið um veljaran.
Hósdagin í farnu viku kom eitt tíðindaskriv frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum hevur sent til hoyring uppskot um, hvussu pensjónsaldurin skal hækka nógv skjótari, enn higartil ætlað.
Loysunarorðið er »haldføri«, sum skal rættvísgera, at fólk skulu haldast longri á arbeiðsmarknaðinum, at tey ikki fáa fólkapensjón og samhaldsfasta, sum tey hava goldið til, fyrr enn nøkur ár seinni, og at tryggingarfeløg sleppa at liggja á pengunum, sum tey gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava spart upp til pensjón í trý ár longri, enn avtalað varð, tá tryggingin varð teknað.
Sambært galdandi lóg um fólkapensjón er pensjónsaldurin hækkaður til 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962. Tað liggur í kortunum, at pensjónsaldurin – um livialdurin hækkar eitt vist – kann hækka í mesta lagi eitt hálvt ár fimta hvørt ár.
Tað er hetta, sum landsstýrið nú ætlar skal gerast upp á nøkur heilt fá ár – og 10 ár fyrr enn ætlað. Sambært galdandi lóg er lagt upp til, at pensjónsaldurin verður 70 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1982. Hetta ætlar landsstýrið at broyta til fólk, sum eru fødd í 1972.
Tað snilda hjá politikarunum er tó, at hetta ikki er galdandi fyri tey. Tingfólk kunnu framvegis pensjónerast sum 60 ára gomul. Tað er ikki broytt, og tað verður ikki broytt. Tað hevur Løgtingið gjørt av so seint sum ár. Løgtingið hevur staðfest, at hægri pensjónsaldur ikki skal raka tey. Tá tey broyttu høpisleysu pensjónsskipanina, tey enn hava, so var tað so snildisliga gjørt, at tað ikki gongur út yvir »vunnin rættindi hjá tingfólki«, sum sita á tingi í dag.
Jamen halló! Hví skal tað so ganga út yvir vunnin rættindi hjá øllum øðrum uttan teimum, sum eru tingfólk í dag?
Og tá samlaða politiska skipanin dagin eftir kemur við einum uppskoti um Suðuroyartunnil, sum ráðgevandi stovnar hjá landinum, Landsbankin og Landsverk, siga er burtur úr vón og viti, so hómast ein ávís ætlan.
Hvussu er og ikki, so kunnu tingfólk í øllum førum ikki vera tað bekent at hækka pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum – uttan hjá teimum sjálvum. Tað er at halda Føroya fólk fyri tað turra spott!
Onkur má nú traðka í karakter og fara upp á barrikadurnar. Hetta ber ikki til!
Meina tingfólk tað veruliga í álvara, at allir øll í Føroyum skulu arbeiða, til tey eru 70 ár, so skal tað eisini vera galdandi fyri tingfólk sjálvi.
– So meina tit tað, og ætla tit at fólkið skal góðtaka tað, hækkið so fyrst tykkara egna pensjónsaldur!