Leygardagin hin 9. november vórðu heiðursgávur handaðar Hilmari Djurhuus, búsitandi á Strondum, og Aksel Thorsteinsson, úr Vági.
Hetta fór fram á lítlari samkomu, sum Føroya Fiskimannafelag skipaði fyri, har familja og kenningar vóru við, og ábit fekst eftir handanina.
Tað var formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sum handaði heiðursgávurnar. Hilmar og Aksel fingu hvør sítt lummaur, nú teir gevast í sínum yrki á sjónum.
Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár.
Á myndini omanfyri er tað Aksel Thorsteinsson úr Vági (vinstrumegin) og Hilmar Djurhuus, búsitandi á Strondum.
Í sínum langa sjólívi hava teir eisini verið partur av manningini á Kambi, sum sakk sunnanfyri Føroyar hin 6. februar í ár, og Hilmar Djurhuus var við lagnutúrin.
- Fiskimannafelagið takkar tykkum fyri trúgva og drúgva tænastu og ynskir tykkum báðum góðan byr uppi á landi eftir so mong ár á sjónum.
Soleiðis segði felagsformaðurin, tá hann takkaði teimum fyri tænastuna á sjónum øll hesi ár.
Aksel Thorsteinsson fór í 1967 - sum 13 ára gamal - at rógva út. Í 1971 mynstraði hann fyrstu ferð. Hetta var við Nýborg, og síðan tá hevur hann siglt.
Hilmar Djurhuus fór fyrstu ferð til skips sum 16 ára gamal í 1973. Hann fór tá við Ranafossi, sum fór ein saltfiskatúr yvir á Flemish Kap.
- Seinastu nógvu árini hevur Hilmar verið við Kambi, men tíðin hjá honum á sjónum fekk ein enda lagnudagin hin 6. februar í ár. Hilmar ætlar sær ikki til skips aftur.
Hetta veit heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum at siga.