Tað er gravgangur eftir at keypa atgongumerki til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Ukraina 11. mai.
Tað eru nógv, sum royna at keypa sær atgongumerki til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Ukraina 11. mai.
Men tað gongur illa, tí skipanin er krassjað.
Tað sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.
– Vit vita ikki beint nú, hvussu hetta verður loyst, men skipanin er krassjað í løtuni, er einasta viðmerking, vit fáa frá honum.
Nú stendur á síðuni, at »sølan er fyribils steðgað«.
##med2##