Væntandi verður koyrandi av Viðareiði til Sumbiar innan vit skriva 2030.
Seinastu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verða gjørdar komandi ár og eftir tí, sum liggur í kortunum, so verður koyrandi allan vegin norðast úr landinum og suður til sunnasta endan - ella umvent.
Løgmaður segði í røðuni í dag, at mangan verður sagt at íløgur í infrastrukturin – altso vegir, brýr og tunlar – er ein íløga í hørð virðir, men tí bjóðar hann av:
- At binda samfelagið saman er eisini eitt bleytt virði, tí tað økir sanniliga um bæði trivnað og trygd. Vit vilja stytta um innlendis teinarnar fyri at økja um møguleikarnar.
Hann vísti á, at Strandferðslan veitir lívsneyðugar tænastur og at júst nú verður eftirmett, hvørjar uppgávur Strandferðslan skal loysa í framtíðini.