Ávirkaður bilførari koyrdi ov skjótt

Hann koyrdi ov skjótt, var ávirkaður av rúsevnum, hevði mist koyrikortið og hevði rúsevni uppi á sær

Tað bleiv til fýra skuldsetingar í móti einum manni, tá løgreglan beint fyri midnátt máldi ein bil til at koyra ov skjótt á Kambsdali. Tað var ein maður í tríatiárunum, sum varð máldur til at koyra 115 km um tíman. Tað gevur bót og treytaða frádøming av koyrikortinum. Men maðurin hevði ikki koyrikort, tí tað hevði hann mist. 

Løgreglan fekk illgruna til, at maðurin var ávirkaður av rúsevnum, og tá hann var máldur fyri tað, vísti tað seg at geva útslag. Hann var tí handtikin og førdur á sjúkrahús at taka blóðroynd, sum skal prógva tað, sum víðari skal henda í málinum.

Tá løgreglan eisini kannaði bilin, vísti tað seg, at hann hevði eina minni nøgd av rúsevnum uppi á sær.

Maðurin verður tí skuldsettur fyri at koyra ov skjótt, sum merkir treytaða frádøming av koyrikorti, fyri at koyra uttan koyrikort, fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og fyri at hava rúsevni uppi á sær.

Av øðrum uppgávum hjá løgregluni seinasta samdøgrið greiðir vaktleiðarin frá at tey hava kannað ferðamannaskip og bátar, sum koma til landið og ymsa smáuppgávur í ferðsluni, og um borgarar, sum hava tað trupult, og sum hava tørv á hjálp fyri at koma víðari.