Biden broytir deyðadóm til lívstíðardóm

Tríggir deyðadømdir fangar í amerikanskum samveldisfongslum fáa ikki deyðarevsing broytta. Teirra millum Boston-bumbumaðurin

Joe Biden er ímóti deyðarevsing, og tá hann gjørdist forseti, setti amerikanska løgmálaráðið nýtsluni av deyðadómi á samveldusstigi í bíðistøðu. - Mynd: Rod Lamkey/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, broytir dómin hjá 37 av 40 deyðadømdum fangum í samveldisfongslunum í landinum.

Tað sigur Joe Biden, sum er ímóti deyðarevsing, í eini fráboðan.

Millum teir tríggjar fangarnar, sum verða verandi á deyðadømi, er Dzhokhar Tsarnaev, sum saman við beiggja sínum Tamerlan Tsarnaev stóð aftan fyri álopið á Boston Marathon í 2013.

Eisini Dylann Roof, sum er svorðin viðhaldamaður fyri hvítum yvirharradømi, og sum skeyt og drap níggju svørt fólk í eini kirkju í Charleston í 2015, verður eisini verandi deyðadømdur.

Seinasti deyðadømdi fangi, sum ikki fekk dómin broyttan, er Robert Bowers. Hann drap 11 jødar í eini sýnagogu í Pittsburgh í 2018.

 

Ritzau/AFP

 

Joe Biden er ímóti deyðarevsing, og tá hann gjørdist forseti, setti amerikanska løgmálaráðið nýtsluni av deyðadómi á samveldusstigi í bíðistøðu. - Mynd: Rod Lamkey/Ritzau Scanpix