Hvar heldur tú jól?
- Eg haldi jólaaftan heima í Fuglafirði saman við konu og børnum í okkara nýggja heimi. Vanliga halda vit jóladag hjá verforeldrunum saman við allari verfamiljuni.
Tað sigur Gunnar Hjelm og leggur afrat, at tey eta dunnu jólaaftan.
Hvat verður etið á jólum annars?
- Jóladag eta vit ofta fleiri sløg av kjøti, eitt nú svínakamb, rullusteik, lamskjøt, og aðrar tíðir eta vit ræst. 2. jóladag eta vit ikki nakað ávíst. Men, tað er altíð nokk av góðum mati um jólini.
Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi gávur til mína góðu konu og børnini. Restina av gávunum syrgir konan fyri.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg, har vit minnast, at Jesus varð føddur, sum er tann størsta gávan, sum varð givin.
Gunnar Hjelm sigur, at hugnin saman við familjuni við spølum, skemti og góðum lag rundan um borðið á jólum hevur sera stóran týdning.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt inniliga ynski er, at vit, sum hava nokk, kundu givið teimum, sum lítið ella einki eiga, soleiðis at øll í Føroyum kundu havt eini góð og hugnalig jól, sigur Gunnar Hjelm.