Drotningar í vetrargrannskógi

Ummæli av konsertini hjá JOULASOUL 19. des. – á Reinsarínum.

Skrivað hevur: Svanna Jákupsdóttir

 

Tað var sum at ganga inn í ein vetrarligan grannskóg. At koma inn til konsertina hjá Jólasoul á Reinsarínum hóskvøldið. Hølið var prýtt við granngreinum. Uppi undir loftinum, á vegginum, á gólvinum, á pallinum. Saman við eyðkendu, massivu træbjálkunum og træloftinum, biðlaði tað til eina heita løtu. Ikki ov nógv. Ikki ov lítið. Einfalt. Ein hugnalig vetrarkensla. Eitt flótt huglag.

 

Jólahýrur í mínum vaksna lívi, hevur ikki verið ein jólastandur, men meira løtur, jólaløtur. Og hetta kvøldið á Reinsarínum, traðkaði eg beint inn í eina slíka.

 

Tær fimm, Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa) + SWAY bjóðaðu aftur í ár inn til ársins jólakonsert við JÓLASOUL. Í ár var konsertin serlig, tí tað hesuferð var fimta konsertin og tær í tí sambandi hava givið út eina nýggja føroyska jólaútgávu.

 

Hesar fimm kvinnurnar, eru nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum. Tónleikurin varð framførdur av einum stórum húsorkestri; Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar).

 

Tað er forkunnugt fyri meg at skifta leiklut til eina konsert, frá einans at vera áhoyrari og luttakari, til eisini at vera eygleiðari. Eg hevði fyrireikað meg uppá, at hetta fór at skapa eina frástøðu til framførslurnar, upplivingina, løtuna. Men soleiðis varð ikki. Tað loyvdu Marianna, Dania, Anna Sofía og Katrina mær ikki. So skjótt tær trinu á pallin, fyrstu tónarir floymdu út í rúmið og tær byrjaðu at syngja, varð eg bergtikin av teirra karisma og personligu útstráling, hvør sær og saman. Eg varð hugtikin av at merkja sambandi millum hesar kvinnurnar. Bæði í felags framførslunum og framførslum, har tær sungu hvør sær, við kóri aftanfyri seg. Tað merktist væl, at tær eru tryggar við hvørja aðra og kennast væl. Tónlistarliga. Ræddarliga. Persónliga. Nærveran og tryggleikin teirra millum ferðaðist útum pallkantin og legði seg millum okkum áhoyrarar.

 

Eg fari at kóka konsertupplivingina niður í trý orð ella tema:

 

  • Fjølbroytni
  • Máttur
  • Kreativitetur

 

Fjølbroytni í breiðastu merking. Konsertin var sum heild ein varierandi og lívgandi uppliving. Ein góð blanding av stillum og villum, gomlum og nýggjum sangum. Ein góð blanding av føroyskum og enskum, og ikki minst nýskrivaðum, føroyskum sangum. Ein góð blanding av sangum til gaman og til álvara. Fimm ymiskar røddir og ymiskar tilgongdir til framførslu. Eisini vóru onnur innsløg á skránni, sum góvu til fjølbroytni. Ein serliga sterk, stutt framførsla var, tá øll á pallinum høvdu eina acapella framførslu, har rútman varð klappað. Harumframt vóru teir tríggir gestasangarnir Ragnar Finsson, Eyðfinn B Lamhauge og Marius DC, sum veruliga settu sín dám á framførslurnar. Eisini SWAY (sum jú eru Katrina, Marianna og Dania) høvdu eina framførslu.

 

Í mun til fjøbroytni fái eg hug at taka fram Katrinu, sum eitt nú hevur skrivað sangin “Tað, ið dimt er” saman við Ari Johannesen – Katrina og Ari eru í bólkinum Katari saman. Katrina hevur eisini skrivað og gjørt útseting til lagið “Vátakavi”. Umframt at syngja sjálv, í SWAY og í kór, spældi Katrina eisini fleiri ljóðføri til konsertina. Hetta er bert eitt dømi uppá fjøllistafólk, hetta kvøldið.

 

Hóast ein av styrkjunum hjá Jólasoul, er tað fjølbroytni tey leggja fyri dagin, so vóru nøkur av teimum føroysku løgunum til konsertina, løg sum frammanundan eru blivin spæld í nógvum ymsum búnum, á nógvar ymiskar hættir. Her hugsi eg eitt nú um løgini “Nissumamma og nissupápi”, “Hygg, kavin hann er komin”, “Sleðurokk” og “Føgur er foldin”. Tað er ein framhaldandi vandi fyri, at hesi løgini vatnast út og ovbyrjast. Samstundis er eru bæði útsetingarnar og framførslurnar hjá Jólasoul so nýskapandi og ørvísi, at tað tálmaði ovbyrjanini. Og onkrir klassikarir skulu sjálvandi eisini vera við til eina jólakonsert.

 

Megi. Tað var ein øgilig orka og ein máttur allar fimm kvinnur komu við á pallin. Og tað gjørdi húsorkestrið eisini. Tað merktist bæði í teimum meira friðarligu løgunum og eisini teimum meira lívligu løgunum. Ein serliga løta fyri meg í hesari konsertini, var framførslan hjá Onnu Sofíu av “You’re a Mean One, Mr. Grinch”. Tað var sum um, at skógarbotnurin lat seg upp hesa løtuna. Rødd hennara er so kraftmikil og megin fekk veruliga tað rúmið, hon kravdi. Og so var framførslan so innlivandi. Anna Sofía tók leiklutin á seg. Átti hann. Eisini framførslan hjá Jasmin av “Jólastress” osaði av orku og lívi. Og hóast evnið í sanginum er meira álvarsligt og snýr seg um ikki at hava so nógv um jólini, so var framførslan bæði løtt og stuttlig. Samstarvið og samspælið millum Jasmin og Eyðfinn, fekk alt at ganga uppí eina hægri eind.

 

Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki. Eg havi í hesum sambandi hug at taka fram dømi úr konsertini uppá at geva gomlum, siðbundnum jólasálmum nýtt lív. Dania hevur gjørt eina nýggja útseting av minni kenda sálminum “Jólaklokkan aftur ringir” hjá Jacob Jakobsen. Hennara nærlagda framførsla og vakra rødd, kveikti lív í og vakti mín áhuga fyri hesum minni kenda sálmi. Eisini Marianna megnaði, eftir mínum tykki, at festa nýtt lív í gamlan sálm. Og hóast Marianna valdi “Føgur er foldin”, sum kanska er ein av okkara størstu og mest sungnu jólasálmadýrgripum, so gav samansetingin av útsetinginini hjá Marionnu og Ragnari Finsson og framførslu teirra, sálminum ein nýggjan inniligleika.

 

Fyri meg standa felags framførslurnar sterkast eftir frá konsertini. Serliga havi eg hug at flagga fyri “Jól í Føroyum” og “Lat okkum droyma”. Takk fyri, Jólasoul.

 

Granntrø finnast í nógvum variantum og familjum. Summi sløg vaksa skjótt og gerast stór og onnur vaksa seinni og gerast til runnar. Hesa løtuna á pallinum í Reinsarínum, var jørðin fruktbar. Og úti í salinum –  í grannskóginum - fingu røturnar hjá fimm máttmiklum granntrøum skógin at skelva.

 

Jasmin legði út við at siga til eina av sínum framførslum, at hon hevði valt at syngja ein sang hjá einari sangdrotning, Celine Dion. Ja, gamaní, er Celine ein drotning. Men tað eru hesar fimm kvinnurnar so sanniliga eisini. Føroyskar tónlistadrotningar.

 

Dania. Jasmin. Katrina. Marianna. Anna Sofía. Fimm royndar, fjøltáttaðar, virknar tónlistakvinnur. Føroyskar drotningar. Takk fyri konsertina. Takk fyri jólaløtuna. Ein av teimum ordiliga góðu jólaløtunum. Sum hvør veit...kanska varir longri enn eina løtu...