Hanus Sørensen sum hevur gjørt sáttmála við slovenska toppliðið, NK Celje kann spæla kappingardystir fyri liðið aftaná nýggjár.
Nú er vetrarsteðgur í Slovenia, og Hanus er heima í jólaferiu.
Celje, ið er fjórðfremst í bestu slovensku fótbóltsdeildini tekur kappingina upp aftur 1. februar. Tá verður NK Bravo á fimta plássinum mótstøðuliðið.
Celje skal eisini spæla tveir dystir í Conference League móti kýpriotiska liðnum, APOEL um rættin at spæla áttandapartsfinalur. So um Hanus vinnur seg á liðið eru spennandi avbjóðingar fyri framman.
Celje spælir heimadystin móti APOEL 13. februar. Útidysturin verður leiktur 20. februar.