Heilsan frá Birgir Kruse úr Trinidad á Kuba

Ein drongur biður um vatn frá bestu kaffistovuni á kirkjutorginum í Trinidad.

Í føvninginum hevur hann ein posa við øldósum. 

Servitrisan ber honum eitt glas og løtan stendur still, til drongurin blakar glasið burtur og gongur víðari. 

Ein jólaløta millum tey, ið hava, og tey, ið einki hava. Kanska var tað ein eingil, ið gekk framvið. Gleðilig jól, øll har heima.