Royna at føra góðu virðini víðari við okkara børnum

- Tað er okkara ynski og vón, at stóru samferðsluútbyggingarnar verða til signing og framburð fyri okkara land, sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur

Hvar heldur tú jól? 

- Jólaaftan hava vit gjørt av at verða saman við mínari familju heima hjá foreldrunum. Vit eru so heppin, at øll verða saman í ár. So, vit verða 13 fólk, harav seks børn, ið gleða seg øgiliga nógv at sleppa at pakka upp heima hjá ommuni og abbanum. 

Soleiðis sigur Fríðrik Heinesen.

- 2. jóladag verða vit saman við familjuni hjá konuni, og tá verða vit 24 fólk. Jóladag taka vit tað eitt sindur lættari, har vit helst enda til døgurða hjá mínum foreldrum. 

Hvat eta tit á jólum? 

- Jólaaftan eta vit dunnu við øllum tí vanliga, sum hoyrir til. Jóladag verður tað fyrsta ræsta kjøtið í vetur, sum heilt klárt verður tann besti døgurðin um halguna. 

Fríðrik sigur, at 2. jóladag verður tað samanskotsgildi, sum hann rópar tað - við eitt sindur lættari rættum eftir tveir dagar við tyngri døgurðum. 

Keypir tú jólagávur? 

- Eg eri so heppin, at eg havi eina konu, sum dámar væl at shoppa, so hon klárar tær flestu gávurnar. Hon heldur eisini skil á, at allar gávurnar eru komnar undir land. 

Hann sigur, at vanliga hevur hann bara ta einu jólagávuna at keypa, men hann viðgongur eisini, at tað er meira trýst á, tá tú bert skalt keypa ta einu gávuna – og so fáa hana rætta. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Eg eri uppvaksin við foreldrum, ið hava gjørt nógv burturúr at hugna um á jólum. Vit hava altíð pyntað nógv, bæði úti og inni, og nógv varð gjørt burturúr jólabakstri og øðrum, sum hoyrir jólunum til. 

Hann vísir á, at tey vóru eisini altíð við til jólatiltøkini í Ebenezer, barnamøti jólaaftan og møtir hinar jóladagarnar. 

- Hetta eru eisini virðir, sum vit royna at føra víðari við okkara børnum í dag. Tað hevur heilt sikkurt týdning eisini at duga at seta ferðina niður og minnast jólaboðskapin frá einglunum til hirðarnar á markini: “Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini - í menniskjum góður tokki!” 

Fríðrik heldur fyri, at í einum samfelag, har alt gongur við fullari ferð, og har vit øll altíð eru on, er tað kanska ein tann truplasti boðskapurin eisini at taka ímóti sjálvur. 

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Privat er ynski sjálvandi, at tað skal ganga familjuni væl, bæði um høgtíðina og í komandi tíð. 

Fríðrik vísir á, at í samband við arbeiðið sum verkfrøðingur hjá Landsverki var tað stuttligt, at tunlarnir Norður um Fjall blivu lidnir beint fyri jólahøgtíðina, at Fámjinstunnilin væntandi verður liðugur fyrst í komandi ári og Dalstunnilin møguliga seinni í 2025. 

- Saman við mínum starvsfeløgum, ið øll hava lagt nógva orku í hesar verkætlanir, er tað okkara ynski og vón, at hesar og aðrar stórar samferðsluútbyggingar, sum liggja fyri stavn, verða til signing og framburð fyri okkara land, sigur Fríðrik Heinesen.