Fyri aðru ferð í ár mátti bretin, Tyson Fury lúta fyri ukrainska, Oleksandr Usyk í HM-dystinum í nevaleiki í tungvekt.
Eins og í mai í ár boksaðust Oleksandr Usyk og Tyson Fury í saudiska høvuðsstaðnum, Ryiadh.
Aftaná 12 umfør vóru teir tríggir dómararnir samdir um, at Oleksandr Usyk við stigatølunum 116-112 var vinnarin av HM-uppgerðini.
Oleksandr Usyk er sostatt HM-vinnari hjá nevaleikssambondunum, WBA, WBC og WBO. WBA, WBC og WBO hevur eisini verið heimsmeistari hjá IBF. Fáar ítróttargreinir - um nøkur - hava so nógv ymisk altjóða ítróttarsambond sum nevaleikur.
Oleksandr Usyk hevur vunnið 23 dystir á síni yrkisleið, og hann hevur enn til góðar at tapa ein dyst. Inntil maj í ár hevði Tyson Fury 34 sigrar og ein javnleik, men nú er hann also skrásettur fyri tvey tap. Bæði fyri Oleksandr Usyk.
HER eru hæddarpunktini frá ESPN frá seinna HM-dystinum millum Oleksandr Usyk og Tyson Fury:
##med2##