Politirapportin: Fýra óhapp í ferðsluni

Í gjár vóru tvey smá ferðsluóhapp í Eysturoy, annað í Runavík og hitt í Skálabotni.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at eingin persónskaði var í hesum sambandi, og at materielli skaðin var lítin. Men í báðum førum var talan um víkiskylduóhapp.

Eisini í Suðuroy var eitt lítið ferðsluóhapp, har ein bilur fór út av vegnum.

Í hálkuni um hálvgumsekstíðina í morgun fór ein bilur á glið á Glyvrum, heldur ikki har var nakar skaði.

Vaktleiðarin heitir á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni í dag. Hóast veðurlíkindini ikki boða frá hálku, so var hált í morgun – og nógv ferðsla er tollaksmessudag, tað er myrkt og ringt sýni og nógv fólk til gongu eisini.

– Um øll ansa hvørjum øðrum, so skal tað nokk ganga, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.