Inntøkan av hesum skal geva landskassanum 19 milliónir í kassan í komandi ári. Tað sæðst í tilfarinum hjá fíggjarnevdnini hjá Løgtinginum í sambandi við fíggjarlógina, sum varð góðkend mikudagin.
Har verður nevnt ítøkiliga søla av sethúsum á Eiði í sambandi við Loran C støðina, húsini á Hoydalsvegi 1 í Havn, har Yrkisdepilin heldur til, og húsini hjá Heilbrigdi á Velbastað, sum í næstum ætlandi skal flyta inn í gamla nunnukleystrið í Havn, Kerit í Varðagøtu.
Fiski- og samferðslumálaráðið væntar at søaln gevur 19 milliónir krónur.
Tá fíggjarnevndin spyr nærri, nær væntast kann, at ognirnar verða settar til sølu, svarar Fiskivinnu- og samferðsluráðið, at viðvíkjandi sethúsunum á Flatabø 7 á Eiði, so fara tey í næstum undir fyrireikingar við ætlan um at selja 1. ársfjórðing í 2025. Neyðugt er tó fyrst at fáa broytt ognarskapin í Tinglýsingini frá donskum myndugleikum.
Og viðvíkjandi Hoydalsvegi 1 í Havn, so er Landsverk í samskifti við Undirvísingarstýrið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið um málið.
– Skulu fáa greiði á fyritreytunum fyri at kunna flyta virksemið hjá Yrkisdeplinum niðan á Hoyvíksveg 72, har Undirvísingarstýrið heldur til. Tað krevur møguliga tillagingar á Hoyvíksvegi, skrivar ráðið.
Og tá tað snýr seg um bygningini hjá Heilbrigdi á Norðuri á Heyggi 3 á Valebastað, sigur ráðið, at húsaskoðan er ávegis, og ætlanin er at seta ognina til sølu í 1. ársfjórðingi 2025 – Hetta er tó treytað av, at keypið av nunnukleystrinum í Varðagøtu 16 kemur í lag sambært ætlan, og at neyðugu bygningsarbeiðini kunnu byrja í næstum.
Sagt verður eisini, at enn er ov tíðliga at siga, um samlaða sølan av bygningum verður 19 mió. kr.
Fíggjarnevndin hevur eisini spurt Fiskivinnu- og samferðslurmálaráðið, um hvørjir aðrir bygningar kunnu væntast at verða settir til sølu.
Har svarar ráðið, at Landsverk viðgerð um grundarlag er fyri at selja ogn á Akrabyrgisvegi 10, Sumba.
– Harumframt verður samskift við Almanna- og mentamálaráðið og Almannaverkið um møguliga at selja ognir innan almannaøkið, tó ikki vist um nakað verður selt í 2025. Tað verður eisini viðgjørt, um til ber at umleggja onkur av leigumálunum til heldur at fara í tøkan bygning, sigur ráðið.
Og tá fíggjarnevndin spyr, hvat er selt í 2024, so svarar Fiskivinnu- og samferðsluálaráðið, at ognirnar oman Reyðhús 4 og 6 í Klaksvík eru seldar í ár.