Sveinaroynd hjá húsasmiðjum

Fimm timburlærlingar stóðu royndina.

20. desembur var sveinaroynd hjá húsasmiðjum á Glasi, har fimm timburlærlingar stóðu royndina.

 

Skipað varð fyri hugnaløtu fyri meistarum, lærarum og avvarðandi. Kenneth Olsen, leiðandi lærari á timbur, handaði hesum fimm skúlaváttan fyri lokna sveinaroynd.

 

Fyrsti sveinurin henda dagin vant eisini Merkið á stong á Glasi, og tað var Flóvin Kruse í Kollsbyrgi.

 

Teir, sum hava staðið sveinaroynd, eru frá vinstru í myndini ovast:

Heini Midjord Lisberg (MTV-Byggivirkið), Michael Jón Hammer (Bogi Hermansen), Marnar Wiberg Niclasen (MTV-Byggivirkið), Kristian Ragnarson Knudsen (Búsetur) og Flóvin Kruse í Kollsbyrgi (Búð sP/F).  

 

Kelda: Glasir.fo