Markus er aftur í B36

Eftir útlegd í tvey ár hevur Markus Hellisdal skrivað undir sáttmála við B36

Eftir tvey ár í útlegd er Markus Hellisdal aftur í barndómsfelagnum B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025.

 

22 ára gamli verjuspælarin hevur tvey tey seinastu árini sambært FaroeSoccer spælt 50 dystir í bestu deildini. Í 2023 spældi hann við EB/Streymi, og í 2024 spældi hann á Skála, har hann var ein av stuðulsspælarunum.

 

Og nú er Markus Hellisdal aftur í B36, har hann spældi øll árini frá 2018 og fram til 2022.