Túrarnir við Smyrli 1. jóladag verða møguliga avlýstir

Talan er um túrin av Krambatanga kl. 08.30 og túrin av Havnini kl. 11.30.

Tey, ið ætla sær at ferðast millum Suðuroynna og meginøkið 1. jóladag, mugu kanska umhugsa ferðina eina eyka ferð.

 

Tí nú boðar Strandferðslan frá, at túrarnir báðir møguliga ikki verða sigldir.

 

Talan er um túrin av Krambatanga kl. 08.30 og túrin av Havnini kl. 11.30. Hetta eru einastu túrarnir 1. jóladag.

 

Orsøkin er vána veðurforsøgn, ljóðar tað úr Strandferðsluni.