Fyrr í vikuni høvdu heili tríggjar kvinnur 20 ára starvsdag á dagstovninum við Kráir í Hvalvík.
Talan er um tær tríggjar, Mary Eiðisgarð, Birnu Álaberg og Anna Mariu Sivertsen, sum hava megnað at hildi saman og arbeitt lið um lið í heili 20 ár.
At hava 20 ár á baki er sanniliga ein mílasteinur, sum við vissu hevur við sær nógvar royndir og vitan.
Hetta skrivar sunda.fo.
Sunda kommuna takkar fyri drúgva tænastu og vónar, at tit halda á fram í nógv ár afturat, skrivar sunda.fo.