Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf spældi mánakvøldið toppuppgerð móti oddaliðnum í bundesliguni, Melsungen á útivølli.
Melsungen vann dystin greitt 31-23 (16-11). Vilhelm var ikki við í hópinum hjá Hannover í kvøld.
Hannover hevur á fjórða plássinum sama stigatal sum liðini hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel. Øll hava 24 stig. Melsungen er fremst við 28 stigum.
Triðja jólakvøld klokkan 19 spælir Hannover dyst á útivølli móti Leipzig.