Talan var um eitt soloóhapp, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Bilurin var farin runt og endaði á takinum. Men tað var tó ikki so álvarsligt, sum tað sá út til, sigur vaktleiðarin. Bilførarin hevði bakkað ov langt og fór tí út av vegnum. Sjúkrabilur var á staðnum, men tað sær ikki út til at vera nakað álvarsligt, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan var aftur í gjár úti saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og kannaði fýrverkssølur, men eingin er skrivaður fyri brot á nýggju kunngerðina um fýrverk.