Boði Haraldson nýggjur býarverkfrøðingur í Havn

Hann hevur áður verið býarverkfrøðingur í 17 ár – nú tekur hann aftur við starvinum

Boði er 64 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur. Hann tekur við starvinum sum býarverkfrøðingur tann 22. apríl.

 

Boði hevur m.a. starvast í tvey ár sum GIS-samskipari hjá Kampsax GeoPlan og fimm ár sum verkfrøðingur og GIS-samskipari hjá Tórshavnar kommunu.

 

Frá 1999 til 2016 var Boði býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu og í 2016-2022 starvaðist hann sum deildarleiðari á Landsverki við ábyrgd fyri Infrakervisdeildini og Virkisdeildini. Seinastu tvey árini hevur Boði starvast hjá MTV Byggivirki sum verkfrøðingur innan umsiting - og projektleiðslu. 

 

Boði hevur drúgvar royndir innan flestu fakøki á tekniska økinum, og ynskja vit honum hjartaliga vælkoman aftur í starvi hjá Tórshavnar kommunu!

 

##med2##