Bronsa til Mjølnir eftir at Fleyr vann á TB

Hotel Djurhuus-deildin:

TB – Fleyr 1-3 (25-18, 12-25, 12-25, 21-25)


Við 3-2 sigri á TB seinasta sunnudag klintraði Mjølnir upp á eitt fyribils brosnupláss í sínum síðsta dysti í landskappingini, men framvegis høvdu bæði KÍF og TB møguleika at taka bronsuna frá teimum aftur, men til tað kravdist sigrar á ávikavist SÍ og Fleyr.


Mánakvøldið gav KÍF SÍ skarpan gang í Kollafirði, men endin var, at KÍF tapti javna dystin 0-3 (23-25, 24-26, 23-25).


Í dag spældi so TB ímóti Fleyr í Trongisvági fyri sínum møguleika, har kravið var ein sigur, um bronsan skuldi fáast til høldar. Vónin fyri bronsuni vaks, tá TB legði seg á odda 10-5 í fyrsta setti, men fimm bóltar seinni hevði Fleyr javnað til 10-10. TB svaraði tó aftur og dró so líðandi frá og legði seg á odda 22-16, áðrenn settið var vunnið 25-18.


Í øðrum setti gekk tó av skriðuni hjá TB. Fleyr legði seg á odda 5-0, áðrenn TB vann tríggjar bóltar, men eftir sjey stig á rað fór Fleyr framum 13-3, og so var tað settið mestsum avgjørt, áðrenn tað næstan var byrjað. Gongdin var tann sama í triðja setti, har Fleyr aftur legði seg á odda 5-0, og hóast TB bardi seg upp á 6-9 og 9-12, dragnaði aftur millum liðini, og Fleyr vann 25-12.

 

Vónin hjá TB var kortini ikki sløknað, og sum so hevði tað ikki týdning, hvussu nógv sett Fleyr hevði vunnið, tí TB skuldi bara vinna síni trý, og við tí í huga bardist TB fyri síni søk í fjórða setti og fylgdi væl við og legði seg eisini á odda 16-15. Fleyr togaði seg tó framumaftur, og eftir at TB hevði minkað um munin niður í 21-22, vann Fleyr næstu trý stigini og settið 25-21. Og so fór bronsan allan vegin norður til Klaksvíkar.


Fyrr í dag vann SÍ 3-0 á Drátti. Settúrslitini vóru 25-10, 25-9 og 25-14. Endaliga støðan í sjálvari landskappingini gjørdist sostatt henda:

 

 

Nr. 

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

 
 

15

 
 

30

 
 

39

 
 

2

 
 

Fleyr

 
 

15

 
 

22

 
 

35

 
 

3

 
 

Mjølnir

 
 

15

 
 

2

 
 

21

 
 

4

 
 

TB

 
 

15

 
 

-4

 
 

20

 
 

5

 
 

KÍF

 
 

15

 
 

-7

 
 

20

 
 

6

 
 

Dráttur

 
 

15

 
 

-43

 
 

0

 

 

 

 

SÍ og Fleyr í FM-finalunum:

Nr. 1 og 2 í Hotel Djurhuus-deildini spæla finalur um føroyameistaraheitið.


Fyrsta finalan í Hotel Djurhuus-deildini, SÍ-Fleyr, verður spæld á Giljanesi hósdagin 20. mars kl. 19.


Onnur finalan, Fleyr-SÍ, verður í Høllini á Hálsi leygardagin 22. mars kl. 13.


Vinna liðini hvør hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld. Nær tann dysturin verður spældur, verður ásett seinni. Tá eigur SÍ aftur heimavøll (SÍ hevur valt Giljanes til heimavøll, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finaludystir).

 

Mynd: Fleyr

Flogbóltssamband Føroya