Trump sær fram til Putin-prát í morgin

Donald Trump sigur, at forsetarnir báðir eru samdir um fleiri ting í einari møguligari vápnahvíldaravtalu, men hann ásannar, at enn er langt á mál

 

- Eg síggi fram til at tosa við Vladimir Putin, forseta.

 

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social.

 

Í sínámillum telefonsamrøðuni í morgin fara forsetarnir báðr at tosa um kríggið í Ukraina.

 

Donald Trump sigur, at forsetarnir báðir eru samdir um fleiri ting í einari møguligari vápnahvíldaravtalu.

 

- Men, enn er langt á mál, ásannar Donald Trump, forseti.

 

Hetta skriva útlendskar tíðindamiðlar í kvøld.

 

Um telefonsamrøðuna millum forsetarnar báðar hevur amerikanski forsetin annars sagt soleiðis:

 

- Vit fáa at síggja, um vit kunnu steðga hesum krígnum. Kanska kunnu vit, kanska kunnu vit ikki, men eg haldi, at møguleikarnir eru góðir.