Brotið hjá Nets leygarkvøldið kom av einum tekniskum feili

Ørsøkin til at kortskipanin hjá Nets steðgaði upp leygarkvøldið stavaði frá einum "sjáldsomum komponentfeili" í skipanunum hjá kortgjaldsfelagnum, sigur Nets.

Ein tekniskur feilur í skipanunum hjá Nets elvdi til slitið leygardagin, sum elvdi til stórar trupulleikar við kortgjaldingum. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað var ein tekniskur feilur í skipanunum hjá Nets, sum elvdi til samanbrotið, sum elvdi til stórar trupulleikar við at avgreiða kortgjaldingar leygarkvøldið.

Tað skrivar Nets í tíðindaskrivi í dag. Har stendur, at talan var um ein "sjáldsaman komponentfeil" í undirliggjandi undirstøðukervinum, sum verður avgreiddur av einum "globalum samstarvsfelaga".

Tá feilurin varð uppdagaður, skuldi ein backup-skipan virkjast, men hetta bar ikki til.

– Vit seta nú tiltøk í verk, sum kunnu tryggja, at ein skipanarfeilur av hesum slagi, hóast sera sjáldsamur, ikki kann fáa tær avleiðingar, sum vit sóu leygardagin, sigur stjórin hjá Nets Allan Bonke í tíðindaskrivinum.

Skipanin hevði við sær, at fólk í fleiri norðurlondum, eisini í Føroyum, ikki kundu nýta gjaldskortini í fleiri tímar leygarkvøldið tá tað eitt nú var GFestivalur í Gøtu. Í Danmark var ómøguligt hjá nógvum bilførarum at koma um Stórabelt, og tað gjørdi eisini útgjaldingar á tónleikafestivalinum Musik i Lejet og á Grøn Koncert ógjørligar.

Nets hevur áður sýtt fyri, at streymslitið stavar frá einum álopi uttanífrá.

Skipanirnar vóru niðri í umleið tríggjar tímar, áðrenn tey kundu fáa tær upp at koyra aftur.

Síðani tá hevur Nets roynt at komið til botns í, hvussu feilurin kundi verið komin fyri.

Mánadagin bað danska vinnumálaráðið danska Fíggjareftirlitið um eina frágreiðing frá Nets, har greitt varð frá, hvussu slitið kundi verið hent, og hvørjar tilbúgvingarætlanir Nets hevur, tá nakað sovorðið hendir.

Nets - sum varð selt til italska gjaldsbólkin Nexi í 2020 - hevur ein marknaðarpart upp á 80 prosent, tá tað snýr seg um kortgjaldingar í Danmark.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ein tekniskur feilur í skipanunum hjá Nets elvdi til slitið leygardagin, sum elvdi til stórar trupulleikar við kortgjaldingum. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix