Burn: Kyndil hevur nú tveir "matchbóltar"

Kyndil vann triðu FM-finaluna

Mansliðið hjá Kyndli hevur nú tveir "matchbóltar" til at vinna fyrsta meistaraheitið í 18 ár.

 

Kyndil vann á heimavølli í høllini á Hálsi aftaná eitt framúr gott verjuavrik 28-23 á H71 í tí triðu FM-finaluni. Kyndil er nú á odda 2-1 í finaluuppgerðunum.

 

Í steðginum var Kyndil á odda 18-14. 

 

Toppskjúttar Kyndil: William Skovsager 8, Tobias Thisen 6, Jákup Jørgensen 4, David Edvardsen 4. 

 

Toppskjúttar H71: Rókur Ziskason 6, Heini Høgnason 5, Jón Rói M. Høgnesen 3, Haraldur Karlsson 3. 

 

Liðini spæla fjórðu FM-finaluna í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 20.15. Vinnur Kyndil vinna teir FM. Vinnur H71 verður neyðugt við fimtu og avgerandi finaluni í høllini á Hálsi komandi leygarkvøld klokkan 18.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##