Burn: Team Klaksvík knógvaði ein javnleik móti KÍF

Ein dystur er leiktur í Burn Mansdeildini í kvøld

Fyri aðru ferð hetta kappingarárið megnaði botnliðið, Team Klaksvík at knógva ein javnleik í Burn Mansdeildini.

 

Á heimavølli í Badmintonhøllini í Klaksvík megnaði Team Klaksvík javnleik 27-27 móti KÍF. Nikolay Bliznov javnaði fyri heimaliðið til 27-27, tá 11 sekund vóru eftir av dystinum. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan 14-14.

 

Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík, og Mikkel Vinther var toppskjútti hjá KÍF. Teir skutu báðir átta mál.

 

Sunnudagin klokkan 16 vera tveir dystir á skránni. Teir eru VÍF-H71 í Vestmanna og StÍF-Neistin í høllini á Skála.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin og støðuna:

 

##med2##

 

##med3##