Sealion 7 er eyðkendur av góðum kvaliteti, nógvari útgerð og longum garantii. Tað er ein góð kensla at koyra bilin og hjá teimum ferðandi í bilinum. Øll sita væl og hava gott útsýni.
BYD er mest seldi elbilur í heiminum. Navnið stendur fyri "Build Your Dreams".
BYD Sealion 7 er ein elegantur bilur við fimm sitiplássum. Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni.
Viðførisrúmið er 520 litrar.
BYD Sealion 7 fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4 og í útgávunum Comfort, Design og Excellence, tá hevur hann 530 hk og er sera kvikur, koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund og upp til 520 km við eini løðing.
Líkamikið, hvørja útgávu tú velur, so fært tú ein væl gjørdan og væl útgjørdan bil.
Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljóðdoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.
Instrumentborðið er smart og er lætt at avlesa hjá bilføraranum. Mitt á instrumentborðinum er ein stórur skíggi, sum kann rotera. Skíggin hevur nógvar eginleikar sum t.d. navigatiónsanlegg, tónleikaanlegg og Spotify-app. Ljóðgóðskan er høg við hátalarum frá Dynaudio.
BYD Sealion 7 er ein sera væl útgjørdur bilur, ið hevur so at siga alt sum standard, eitt nú panorama sóltak, adaptivan fartpilot, klimaanlegg, talgilt instrumentborð eins og trygdarútgerð sum t.d. automatiska neyðbremsu og blindvinkulávaring.
Designið er smart og nevnist Coupé-SUV – ein sameining av coupé og SUV. Til dømis hellur bakrúturin meira enn á einum vanligum SUV.
BYD Sealion 7 hevur 6-ára garanti og 8 ára garanti upp á battaríið. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Wenzel.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##