Deschamps gevst sum franskur landsliðsvenjari í 2026

Aftaná HM-endaspælið skal Frakland hava ein nýggjan landsliðsvenjara

HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada í 2026 verður seinasta endaspælið hjá Didier Deschamps sum franskur landsliðsvenjari.

 

Deshamps, ið hevur verið franskur landsliðsvenjari hjá Fraklandi síðani 2012 vann HM-gull við Fraklandi í 2018 og HM-silvur í 2022.

 

Í 2021 vann Deshamps Nations League við Fraklandi, og í 2016 EM-silvur á heimavølli.

 

Sum spælari vann Deshamps HM-gull í 1998, og EM-gull í 2000 við Fraklandi.

 

Fabrizio Romano skrivar á X um avgerðina hjá Deshamps at gevast aftaná HM-endaspælið í 2026.

 

Í fjør heyst kom var kalt millum Deshamps og stóru stjørnuna, Kylian Mbappé, og hann noktaði at taka Mbappé út til landsliðið.

 

Tapir Frakland fyri Kroatia í Nations League dystunum síðst í mars enda teir í okkara HM-undankappingarbólki, har hini liðini eru Kekkia, Montenegro og Gibraltar.