Døgg Nónsgjógv gevur út nýtt staklag - »Kærleiksfavnur«

Nýggja staklagið eitur “Kærleiksfavnur”

Tíðindaskriv:

 

Døgg Nónsgjógv gevur út í dag sítt triðja og seinasta staklag frá komandi heildarútgávuni, “Livandi”, sum kemur út á talgildu pallunum 27. august. Longu nú kanst tú ogna tær vinyl av útgávuni í Tutl.

 

Lagið er givið út beint undan Ólavsøku – hesar heilt serligu dagarnar, tá vit savnast sum tjóð at hátíðarhalda mentan, kærleika, og felagsskap.

 

Kærleiksfavnur” er ein sangur um djúpan kærleika – tað slagið, har tú kennir teg tryggan og elskaðan. Tað er ein sangur til pør, sum hava funnið friðin í hvørjum øðrum – ein mjúkur, heitur sangur, ið minnir okkum á styrkina í veruligum kærleika.

 

“Eg skrivaði ‘Kærleiksfavnur’ fyri at lýsa ta kensluna av at vera elskaður uttan nakað hóvasták - bara reinur kærleiki,” sigur Døgg. “Og við Ólavsøku á gátt, har nógv pør og familjur koma saman, kendist tað sum rætta løtan at sleppa hesum út í heim.”

 

Lurta eftir “Kærleiksfavnur” á tíní stroymingartænastu:

 

https://orcd.co/kaerleiksfavnur_link

 

##med2##