Helgi Abrahamsen ætlar sær ikki at steingja skeinkistøð hetta vikuskiftið, hóast hann fyrr í summar fekk heimildina til tess. Koronasmittan herjar aftur í landinum, og nógv fólk eru stúrin fyri gongdini, og ilt er at siga, um myndugleikarnir fáa tamarhald á støðuni. Allíkavæl ætlar hann ikki at brúka heimildina, sum hann sum landsstýrismaður hevur fingið at fyribyrgja smittuvanda í náttarlívinum.
– Nei, vit halda fast við gomlu strategiina, har vit brúka tilmæli í staðin fyri lóg. So fyribils fara vit ikki at brúka heimildina, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Vit á in.fo hava fingið upplýst frá barreigara í Havn, at okkurt skeinkistað verður opið hetta vikuskiftið. Tá vit spyrja Helga Abrahamsen, hvat hann fer at gera, um tað verður kjokkfult á onkrum skeinkistaði um vikuskifti, sigur hann:
– Møguleikin at brúka heimildina er har, men vit vóna, at tey fylgja tilmælunum. Um tey ikki fylgja tilmælunum, so mugu vit taka tað upp. Hatta er ein heimild, sum vit kunnu brúka, um tað gongur heilt galið. Spurningurin er bara, nær tað gongur heilt galið. Eg dugi ikki at siga, hvat skal til áðrenn vit brúka heimildina, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann sigur, at hann fylgir gongdini.
– Vit mugu síggja, hvussu tað gongur við smittuni, og so mugu vit taka tað upp, tá vit síggja tølini komandi dagarnar, sigur landsstýrismaðurin.