Ein ætlan um at yvirtaka Grønland er klár

- USA fer nú víðari við einari formellari ætlan um, hvussu Grønland skal yvirtakast, skrivar New York Times

New York Times veit í kvøld at siga, at USA hevur eina ætlan klára um, hvussu Grønland skal yvirtakast.

- USA fer víðari við einari formellari ætlan um, hvussu Grønland skal yvirtakast, skrivar ávísin.

Sambært New York Times verður talan ikki um innrás, men í staðin skulu grønlendingar "yvirtalast", sum sagt verður.

Ávísin skrivar, at málið hjá amerikanska forsetanum at yvirtaka Grønland, nú hevur flutt seg frá "retorikki" til at vera almennur amerikanskur politikkur.

Sambært ráðgevum hjá Donald Trump skulu sosialir miðlar, reklama og PR brúkast fyri at sannføra grønlendingar um at gerast ein partur av USA.

- Smálutirnir í ætlanini eru ikki kendir, leggur New York Times aftrat.