Ellisakfarið hesaferð: Willys hernaðarbilur á Skála

Tummas Davidsen á Skála hevur ein Willys jeep frá 1948, sum hann hevur sett í stand sam­an við pápa sínum Kajberg Davidsen

Hesin Willys CJ2A frá 1948 var upprunaliga keyptur til danska herin og hevur verið brúktur har fram til 1972, tá bilurin bleiv seldur á uppboðssølu og keyptur av eini kvinnu, sum kallaðist Grethe Warner. Bilurin bleiv brúktur til at koyra á donsku markini á Skagen leiðini.

 

– Síðani varð bilurin seldur. Hann bleiv sundurtikin og hevur staðið í varðveitslu á einum bóndagarði á Sælandi frá 1994 til eg fekk fatur á bilinum í 2021, greiðir Tummas Davidsen frá.

 

– Eg fór síðan í gongd við at seta bilin í stand í Danmark, har hann stóð, og hevði eg ætlanir um at koyra bilin upp til Hirtshals fyri at føra hann upp til Føroyar við Nørrønu. Men eftir sum at bilurin hevði verið sundurtikin í longri tíð, var tað trupult at gjøgnumføra. Tað var helst eisini tryggast at fáa bilin sendan sum frakt til Skála fyri at seta hann í stand her, greiðir hann frá.

 

Av tí at hesir bilar eru brúktir til nógvar ymiskar uppgávur innan offroad og sum lítlir traktorar, eru tað enn varð-veittir nógvir av hesum slagnum.

 

– Willys jeepar eru helst best kendir fyri at verða brúktir til inn-rás-ina í Normandínum undir seinna heimsbardaga. Teir vóru nýttir til at føra hermenninar úr Fraklandi og víðari inn í Evropa, greiðir Tummas Davidsen frá.

 

Bilarnir eru sera einfaldir og lættir at umvæla, um teir av einari ella aðrari orsøk gingu fyri. Motorurin er ein sonevndur Go Devil motorur. Hann er 2200 kubik við 4 sylindarum, og hevur  góðar 60 hestakreftir. Hann hevur tann eginleika, at hann kann taka seg fram við 4 hjólstrekki í sera lágum geari, har hann einans flytur seg við 5 km um tíman. Annars er tað ein gearkassi við trimum gearum, og man kann velja hægri ella lægri gearing við øllum fýra hjólunum ella velja bakhjólstrekk einans.

 

– Bilurin kom á Skala og inn á neystaloftið hjá pápa mín-um, Kajberg Davidsen, har bilurin bleiv sett-ur so mikið í stand, at hann kundi flyt-ast við egnari motorkraft, greiðir Tummas Davidsen frá.

 

Alt bremsusystemið varð endurnýggjað, og hjóllegur blivu skiftar, bensintangin mátti reinsast væl og virðiliga. Bilførarin situr oman á sjálvum bensintanganum. El-netið bleiv gjøgnumgingið, karburatorin sum er ein Solex, bleiv settur í, og tann orginali Carter karburatorin er í verandi løtu til umvæling eftir sum hann er betri egnaðir til brattlendi.

 

– Pápi hevur staðið fyri upppussing av sjálvum skrokkinum, og tann grøni liturin er væl dámdur i familjuni. Tað gekk skjótt og væl at geva bilinum eitt strok ella tvey við grønum og so klárlakk omanyvir. Stellið er svartmálað. Konan tók sær av at hampa setrini i bilinum.

 

– Tá bilurin kundi starta og koyra, gjørdi eg avtalu við bilverkstaðið, har brøðurnir Pattinson hjálptu mær við nøkrum tekniskum uppgávum fyri at tryggja, at bilurin kundi bliva sýnaður.

 

– Bilurin fór síðan á vognin hjá Olguson, sum efturhondini hevur sleipað nakrar bilar fyri meg, til Havnar, har innfluttir bilar skula sýnast fyrstu ferð. Bilurin bleiv góðkendur, og fekk hann sostatt nummarplátur og kann nú koyra á vegnum, ella við síðuna av vegnum, við loyvi frá bónd-um.

 

Tummas Davidsen greiðir frá, at hetta er ein øðrvísi bilur at koyra í enn ein modernaður bilur.

 

– Tá sonurin skuldi í skúla sín fyrsta skúladag, so slapp hann at sita framman úr túninum og út í skúlan.

 

– Nú stendur bilurin inni í bilhúsinum og bíðar til saltið er burtur, og sólin aftur hitar. So vit kunnu koyra túrar uttan tak og við forrútinum hvílandi niður á motorhjelmin, so tað eftir hondini manglandi hárið kann blafra i vindinum, sigur Tummas Davidsen at enda.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

 

236 ellisakfør í Eysturoy

 

Av teimum 520 bilunum í Føroyum, sum eru skrásettir sum ellisakfør, eru 145 heimahoyrandi í Eysturoy. Harumframt eru skrásettar 86 motorsúkklur og 5 prutl í Eysturoy, sum eru skrásett sum ellisakfør. Tilsamans eru soleiðis 236 ellisakfør skrásett í Eysturoy, sum annars sambært hagtølunum hjá Akstovuni er tann oyggin í Føroyum, sum næstflest skrásett akfør, 9942. Bara í Streymoy eru fleiri akfør skrásett – har eru akkurát 20.000 akfør skrásett.

 

Talið av akførum í Føroyum er trífaldað upp á 30 ár

 

At bilarnir eru vorðnir fleiri í tali tey seinastu árini er sjón fyri søgn. Men kanska ikki øll hava givið gætur, at talið av akførum er trífaldað seinastu 30 árini. Men tað er tað – ella næstan. 1. januar í ár, í 2025, vóru tilsamans 42.187 akfør skrásett í Føroyum. Fara vit 30 ár aftur, til 1. januar í 1995, so var talið av skrásettum akførum í Føroyum tilsamans 15.145

 

Bilatalið minkaði við 3.629 upp á seks ár

 

Kreppan í Føroyum í nítiárunum hevði stóra ávirkan á bilasøluna. Eftir góðu tíðirnar í áttatiárunum vaks bilasølan nógv, og bilatalið tað sama. Í 1989 toppaði talið av akførum við 18.895 akførum. Síðani minkaði talið.

 

Í 1990 vóru 18.774

Í 1991 vóru 18.035

 

Í 1992 vóru 17.497

 

Í 1993 vóru 17.044

 

Í 1994 vóru 15.894

 

Í 1995 kom talið niður á 15.145.

 

Síðani fór at vaksa aftur – til tað nú um ársskifitð kom upp á 42.187 akfør.

 

Feðgarnir Tummas og Kajberg Dav­id­sen í Willys jeepinum, sum stendur á neysta­loft­i­num hjá Kaj­berg á Skála. Bilurin er frá 1948. Willys jeep­ar eru helst best kend­ir fyri at verða brúktir til inn­­rá­s­ina í Nor­man­dí­num undir seinna heims­bar­daga

Willys jeepur hjá Bendt Jensen ið var dani og ar­beiddi sum yvirlækni á Medisinskari deild á Lands­sjúkr­a­hús­i­num frá 1960 – 1973. Myndir er tikin við Oyggjarvegin. Myndaeigari: Heri Eysturlíð

Dwight D. Eisenhower skrivaði, sum generalur und­ir seinna heimsbardaga, at Willys jeepurin var ein av teim­um mest avgerðandi amerikansku hernaðarakførunum, sum vóru við til at vinna bardagan. Eisenhower var forseti í USA frá 1953 til 1961.

Upprunaliga framleiðslan av Jeep byrjaði í 1941 við Willys Jeep, sum vóru gjørdir sum militerbilar til am­er­i­kanska herin. Willys Jeep blivu heimskendir sum 4-hjólsdrivin akfør, ið am­er­i­k­anski herurin og teirra sameindu nýttu undi­r seinna verðaldarbardaga. Tí verða enn í dag 4-hjóls­drivn­ir høgir bilar framvegis nevndir jeepar. Í mong ár hoyrdi Jeep til American Motors, sum eisini framleiddi Rambler. Í 1987 varð verksmiðjan yvirtikin av Chrysler Corporation. Í dag hoyra teir til Stellantis konsernina.

Ein amerikanskur Ply­mouth Fury hjá Eg­il Joensen, sum koyrdi á bil­støð­ini Auto í Havn. Hesin Ply­mouth Fury stat­i­on­car frá 1960 var ein 7-per­són­a­bil­ur við setrum á aft­asta rað, sum vendu aftureftir. Legg til merkis at bilurin hevur ljóskastara á takinum. Myndin er tikin við Kaffivognin á Eystaru Bryggju, sum tó ikki sæst á myndini. Á myndini sæst m.a. bygningurin hjá Skips­handlinum, har Marr & Co, A.P. Bendtsen, Strand­faraskip Landsins og aðrar fyritøkur hildu til. Plymouth Fury vórðu framleiddir í ymiskum útgávum av Chrysler Corporation frá 1956 til 1978. Myndaeigari: Karin Joensen

Myndin er tikin á bilstøðini Auto í Havn. Eftir bilunum at døma er myndin tikin í fyrru helvt ella miðskeiðis í 60-unum. Bilurin inni við støðina er ein svartur Peugeot 404, helst tann hjá Sejerskjold Jensen. Fremst á myndin er ein svartur Ford Taunus 17M hjá Óla Christian Jacobsen, sum sjálvur situr í bilinum. Støðin, sum stóð liðug í 1956, varð umbygd og broytt í 1968/69 í sambandi við at Havnará var innilokað. Sum tað sæst, er støðin partvís bygd oman á eina træbrúgv yvir ánni. Bilurin við last, uttast til vinstru, er helst ein Morris ella Austin, sum vóru somu bilar við hvør sínum logo og identiteti. Mynd: Eigil Gunnarsson

Ein amerikanskur Ply­mouth Fury hjá Eg­il Joensen, sum koyrdi á bil­støð­ini Auto í Havn. Hesin Ply­mouth Fury stat­i­on­car frá 1960 var ein 7-per­són­a­bil­ur við setrum á aft­asta rað, sum vendu aftureftir. Legg til merkis at bilurin hevur ljóskastara á takinum. Myndin er tikin við Kaffivognin á Eystaru Bryggju, sum tó ikki sæst á myndini. Á myndini sæst m.a. bygningurin hjá Skips­handlinum, har Marr & Co, A.P. Bendtsen, Strand­faraskip Landsins og aðrar fyritøkur hildu til. Plymouth Fury vórðu framleiddir í ymiskum útgávum av Chrysler Corporation frá 1956 til 1978. Myndaeigari: Karin Joensen