Eitt ferðsluáhapp í hálkuni í gjárkvøldið

Løgreglan fekk í gjárkvøldið boðum eitt lítið ferðsluóhappi í Hoyvík

Klokkan 22.01 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt lítið ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík.

– Kavin kom brádliga, og tað gjørdist sera hált her í miðstaðarøkinum, segði vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

Á vegnum langa hendi eitt ferðsluóhapp í svinginum á Vegnum Langa í Hoyvík. 

– Annar bilurin fór á glið og bar við ein mótkoyrandi bil. Men hetta var eitt av teimum óhappunum, har tú ikki kanst siga, at annar hevur feilin, tí tað var so sera hált. Báðir bilarnir vóru væl skøddir, og ferðin var ikki høg, sigur vakthavnadi á politistøðini.

– Tá tað nú var so hált, so høvdu vit roknað við fleiri óhappum, men hetta er tað einasta, sum er fráboðað løgregluni í hálkuni hesaferð, sigur vakthavnadi á politstøðini.