Ymisk eru húsini, tí sum smádrongur fert inn í. Og færri eru tey, tú javnan vendir aftur til, og gjøgnum lívið fært fragd av at hava upplivað.
Grannin, Mourits, og eg komu eitt kvøldið at tosa um mongu húsini í grannalagnum úti í Grønlandi. Tey fáu, har mann fór inn, og tey mongu, har rátt var frá at fara inn. Tað, sum festi í var eitt skriftstað á vegginum.