Eitt tak fyri at basa happing millum børn

Dentur verður lagdur á ymisk kjarnuviðurskifti, og tiltakið er partur av heilsuvikuni í Eiðis kommunu

Í góðveðrinum í dag savnaðust nógv børn og vaksin uttanfyri Korndalsgarð til Barnastafettina 2025.

 

- Tiltakið er partur av heilsuvikuni í Eiðis kommunu, og Barnastafettin er liður í einari verkætlan úr Danmark, sum kallast “Fri For Mobberi”. 

 

Hetta skrivar Martin Kristoffur Kristiansen á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag. 

 

Her verður víst á, at tað er Mary Fonden og Red Barnet, sum hava sett hesa verkætlan í gongd. 

 

Verkætlanin er ætlað børnum í aldrinum 0-9 ár. Dentur verður lagdur á ymisk kjarnuviðurskifti, ið skulu basa happing millum børn. 

 

##med2##

 

- Børnini byrjaðu við stuttari upphiting, sum millum annað varð skipað av maskottinum hjá “Fri For Mobberi”, Bamsuvinur.

 

Víst verður á, at eftir upphitingina varð runnið runt barnagarðin.

 

- Dentur var lagdur á, at renningin ikki var ein kapping, men heldur skuldi dentur leggjast á samstarv, samanhald og vinalag.

 

Tá stafettin var av, handaði borgarstjórin, Jógvan í Skorini og Bamsuvinurin, heiðursmerki og luttakaraprógv til øll børnini sum luttóku.